Innanlands

Methøg inntøka í februar

Februar mánaði var besti mánaði nakrantíð hjá Nes kommunu

2019-03-06 08:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nes kommuna hevði methøga inntøku í februar.

Taks kunngjørdi fríggjadagin fyribilsskattainntøkurnar fyri 2 teir fyrstu mánaðirnar av 2019. Fyri Nes kommunu er inntøkan 8.689.998 krónur, í mun til 7.497.041 krónur í 2018. Ein vøkstur uppá 1.192.957 krónur, ella 15,9 prosent.

Fyri februar 2019 var inntøkan 4.961.998 krónur, sum er besti mánaði nakrantíð hjá Nes kommunu, og 640.957 krónur meiri enn í februar 2018, ella 14,8 prosent, sum annars var tann besti mánaðin áðrenn.

Miðalvøksturin fyri allar kommunurnar higartil í 2019, er 12,1 prosent

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder