Tøknirisin Meta, sum m.a. eigur sosialu miðlarnar Facebook og Instagram, heitir á Avstralia um at endurskoða bannið móti sosialum miðlum fyri børn undir 16 ár, sum kom í gildi í desember.
Sambært lógini mugu fyritøkur handan sosialu miðlunum forða børnum undir 16 ár at brúka teirra pallar í Avstralia. Taka fyritøkurnar ikki sonevnd rímilig stig fyri at fylgja avstralsku lógini, kunnu teir fáa eina bót á upp í 45,5 milliónir avstralskar dollarar - svarandi til 213 milliónir krónur.
Meta boðar frá, at samtakið hevur strikað 544.000 kontur undir nýggju avstralsku lógini.
Meta sigur seg hava strikað 331.000 Instagram-kontur, 173.000 Facebook-kontur, og 40.000 Threads-kontur.
Meta viðurkennir eisini, at tað hevur skyldu til at fylgja avstralsku lógini.
– Tá tað er sagt, heita vit á avstralsku stjórnina um á uppbyggjandi hátt at samskifta við vinnuna fyri at finna eina betri loysn, sigur Meta.
Eisini endurtekur Meta eina áheitan um, at sonevndir App stores vátta aldurin á fólki og biðja um samtykki frá foreldrum, áðrenn per´sonar undir 16 ár taka niður eina app.
Hetta er, sambært Meta, eisinasti mátin at sleppa undan, at tannáringar ferð eftir ferð fara yvir á nýggjar appir fyri at sleppa undan forboðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald