Mentan

Mest sædda Netflix-røðin aftur við nýggjari sesong

Amerikanska stroymingartænastan boðar frá, at nýggir partar verða gjørdir av suðurkoreansku røðini "Squid Game"

(Savnsmynd: Ritzau)

(Savnsmynd: Ritzau)

2022-06-13 11:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vælumtókta suðurkoreanska Netflix-røðin "Squid Game" verður aftur við einari nýggjari sesong.

Hwang Dong-hyuk, framleiðari av røðini hevur áður boðað frá, at arbeitt varð við einari sesong tvey, og í gjár váttaði Netflix so hetta á sosiala miðlinum Twitter.

"Squid Game", sum er mest sædda Netflix-røðin yvirhøvur snýr seg um nøkur fólk, sum skulu kappast í vandamiklum spølum fyri at sleppa av við sínari skuld. 

"Squid game" gjørdist tøkt í september í fjør, og 12 dagar seinni var røðin blivin tann mest sædda hjá Netflix yvirhøvur, skrivar Ritzau.

Teir fyrstu 28 dagarnar stroymdu fólk tilsamans 1,65 milliardir tímar av "Squid Game". Har varð metið hjá fyrstu sesong av røðini "Bridgerton" væl og virðiliga sligið. Teir fyrstu 28 dagarnar eftir, at "Bridgerton" gjørdist tøk á Netflix, vórðu tilsamans 625 milliónir tímar av røðini stroymdir.

Suðurkoreanska røðin hevur eisini vunnið eina Golden Globe-virðisløn umframt fleiri virðislønir á Screen Actors Guild Awards í februar.

Enn er ikki almannakunngjørt, nær hyggjarar kunnu vænta at síggja nýggjar partar av "Squid Game", men boðað verður frá, at høvuðsleikluturin, Seong Gi-hun verður aftur at síggja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder