Í nýggjari tíð hevur verið sjálvdan, at meslingar hava gjørt um seg í Norðanlondum.
Men nú skriva stóru svensku miðlarnir um sjúkuna, ið smittar so illa og kann hava høgan fepur og útbrot á húðuni við sær.
Í øllum førum tíggju skrásettir tilburðir kunnu knýtast til sonevnda fólkafestivalin Urkult Västernorrland.
Tað skrivar svt.se
Meslingar raka mest børn, og teir flestu smittutilburðirnir eru børn og ung undir 18 ár.
Luftborna sjúkan hevur ikki havt við sær, at fólk eru innløgd inn, men heilsumyndugleikar í Svøríki smittuspora.
Onkur av fólkunum, sum eru smittaði - millum ein vaksin - er koppsettur.
Roknað verður við fleiri smittutilburðum næstu tíðina í pørtum av Svøríki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald