Innanlands

Merkta grindin vestur úr Írlandi

Tað eru nú 114 dagar síðan grindin úr Bø var merkt, og nú er hon einar 600 fjórðingar vestur úr Írlandi

2020-09-28 17:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Merkta grindin úr Bø hevur seinasta mánaðin, frá tí hon vendi á 64 breiddarstigum, ferðast suðureftir, og er nú komin suður á 53 breiddarstig.

Grindin er langt úr landi, einar 600 fjórðingar vestur úr Írlandi, har dýpið er góðar 3000 metrar. Á ferðini fór grindin eisini í nakrar dagar vestureftir, og ferðaðist tá gjøgnum júst sama økið, har seinasta sambandið var við grindina úr Havn.

Tað eru nú 114 dagar síðan grindin úr Bø var merkt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder