Innanlands

Mentanarvirðislønirnar verða latnar í Løkshøll í kvøld

Tað eru bert nøkur fá innbjóðaði, ið verða til staðar, tá tær tríggjar virðislønirnar verða handaðar. Til ber at fyllgja við í sjónvarpi og útvarpi

Jenis av Rana handar Hanusi G. Johansen Mentanarvirðisløn Landsins fyri einum ári síðani (Mynd: Sverri Egholm)

Jenis av Rana handar Hanusi G. Johansen Mentanarvirðisløn Landsins fyri einum ári síðani (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-13 13:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jenis av Rana skal handa tríggjar ymsar heiðurslønir í Løkshøll í kvøld. Talan er um Mentanarvirðisløn Landsins, Heiðursgávu Landsins og serstøku virðislønina.

Tann fyrsta hevur við sær eina virðisløn á 150.000 krónur og heiðrar einum føroyskum mentafólki sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Hanus G. Johansen fekk hesa virðislønina í fjør.

Heiðursgávan hjá landinum fer til ein persón, sum hevur arbeitt fyri at skapa mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Virðislønin har er 75.000 krónur. Simme Arge Jacobsen fekk heiðursgávuna í 2019.

Triðja virðislønin er heldur øðrvísi. Har er tað landsstýrismaðurin í mentamálum, sum tekur avgerð um hvat listafólki, mentafólk ella hvør felagsskapur, sum hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði skal hava  heiðurin. Virðislønin er 50.000 krónur. Í fjør fekk forlagið Leirkerið  serstøku virðislønina. Hetta skapti nakað av kjaki, tó at undnfarin ár varð heiðurin givin til eitt ungt listafólk

Tað verða bert nøkur fá fólk til staðar í Runavík í kvøld orsakað av koronutilmælunum. Hátíðarløtan verður send beinleiðis í útvarpinum og sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. Hon byrjar klokkan 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder