Innanlands

Mentanarligt fjølbroytni ein styrki í skúlanum

- Støðan hjá børnum og ungum í skúlanum verður betri, um lærarar fata og virðismeta mentanarligt fjølbroytni, og samskiftið skal vera sterkt. Hetta er niðurstøðan í ritgerð hjá Duritu Mikkelsen og Julian Mikkelsen, sum millum annað hava tosað við lærarar, sum undirvísa í føroyskum sum annaðmál.

Í dag hava gott 5 prosent av íbúgvunum í Føroyum annan ríkisborgaraskap enn norðurlendskan samanborið við 1,7 prosent fyri tíggju árum síðan. Henda stóra broytingin sæst aftur í fólkaskúlanum (Mynd: skulabladid.fo)

Í dag hava gott 5 prosent av íbúgvunum í Føroyum annan ríkisborgaraskap enn norðurlendskan samanborið við 1,7 prosent fyri tíggju árum síðan. Henda stóra broytingin sæst aftur í fólkaskúlanum (Mynd: skulabladid.fo)

2026-09-16 17:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skúlablaðið: Støðan hjá børnum og ungum í skúlanum verður betri, um lærarar fata og virðismeta mentanarligt fjølbroytni. Tað siga lærarar, sum undirvísa í føroyskum sum annaðmál, í áhugaverdari ritgerð um samskifti og samstarv millum lærarar og foreldur, ið hava annan etniskan uppruna.

Hvussu samskiftir og samstarvar lærarin við foreldur, ið hava annan etniskan uppruna? Og hvussu kann millummentanarligur førleiki stuðla læraranum í samskiftinum? Tað settu Durita Mikkelsen og Julian Mikkelsen sær fyri at kanna og lýsa í bachelor-ritgerðini, Samstarv millum lærarar og foreldur, ið hava annan etniskan uppruna, á læraraútbúgvingini á Námsvísindadeildini í fjør.

- Vit vita av sannroyndum og gransking, at gott og miðvíst samstarv millum lærarar og foreldur hevur positiva ávirkan á trivnað og læringina hjá næminginum. Vit vita eisini, at tað er ymiskt frá samfelag til samfelag, eisini í sama samfelag, ið hava næmingar og foreldur við ymiskum tjóðskapum, siga Durita Mikkelsen og Julian Mikkelsen í ritgerðini.

Í dag hava gott 5 prosent av íbúgvunum í Føroyum annan ríkisborgaraskap enn norðurlendskan samanborið við 1,7 prosent fyri tíggju árum síðan. Henda stóra broytingin sæst aftur í fólkaskúlanum. Í 2025 fingu 362 næmingar undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Hetta merkir, at lærarar mugu samstarva við nógv foreldur, sum hava annan etniskan uppruna.

- Ymiskt ger seg galdandi í hesum samstarvinum, ið lærarar skulu hava fyrilit fyri, alt frá mentanarligum viðurskiftum til málslig. Samskiftið má verða tillagað, alt eftir hvørji foreldrini eru, og hvaðani tey eru, og tað kann vera avbjóðandi.

Hyggja vit at gransking, sum lýsir og viðger hesi viðurskiftini, so sæst, at ein afturvendandi trupulleiki í samstarvinum millum skúlar og foreldur, ið hava annan etniskan uppruna, er, at skúlar nýta eina monokulturella tilgongd í samstarvinum. Tað hevur við sær, at øll foreldur, sama hvønn etniskan uppruna tey hava, verða møtt á sama hátt av skúlanum. Ein av granskarunum, sum Durita Mikkelsen og Julian Mikkelsen vísa til í ritgerðini, Helle Lykke Nielsen, sigur, at ein av størstu trupulleikunum í samskiftinum millum lærarar og foreldur, ið hava annan etniskan uppruna, er, at tað ikki verður lagt upp fyri mentanarmunum, og at lærarar handfara samskiftið við tey sum øll onnur samskifti.

- Støðan hjá børnum og ungum í skúlanum verður betri, um lærarar fata og virðismeta mentanarligt fjølbroytni. Skal samskiftið við næmingar og foreldur, ið hava annan etniskan uppruna, vera gott, er tað neyðugt, at lærarin hevur millummentanarligan førleika.

Hugtakið millummentan hevur sín uppruna í sambandi við fólkaflyting millum evropeisk lond. Tað vísir til eina gerð ella eina tilgongd. Millummentan viðurkennir tann veruleikan, at øll eru tongd at hvørjum øðrum, og tí er tað neyðugt við samskifti og virðing millum mentanir.

Millummentanarligur førleiki verður lýstur á ymiskan hátt av ymsum ástøðingum. Tað er brúk fyri meiri gransking á økinum fyri at koma fram til eina samlaða fatan av hugtakinum. Tann lýsingin av fyribrigdinum, ið flest granskarar kunnu semjast um, er, at tann, ið hevur millummentanarligan førleika, dugir at samskifta hóskandi og virðiliga í millummentanarligum høpi. Hann hevur ein hugburð, ið sær eins stórt virði í øllum mentanum og er opin at læra frá øðrum og um onnur. Hann hevur vitan um egna og aðrar mentanir og harafturat førleikan at lurta, skilja og tillaga seg til ymisk millummentanarlig høpi.

Lesið alla greinina í Skúlablað nr 2, 2026.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder