Innanlands

Melkart-2 undir eftirliti

Myndugleikarnir, sum varða av trygdini, taka hóttanina í álvara, og hava neyvt eftirlit við svartlistaðu russisku skipunum. Men teir kunnu ikki alment upplýsa, hvat teir ítøkiliga hava funnið fram til. Hetta stendur í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett nakrar spurningar til danska løgmálaráðharran um russisk fiskiskip í Føroyum (Savnsmynd)

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett nakrar spurningar til danska løgmálaráðharran um russisk fiskiskip í Føroyum (Savnsmynd)

2025-08-30 10:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í juni setti Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, nakrar spurningar til danska løgmálaráðharran um russisk fiskiskip í Føroyum. Hann vildi m.a. vita, um danskir myndugleikar hava nøktandi eftirlit við skipum frá reiðarínum Murman Sea Food, sum ES og Noreg hava bannlýst orsakað av illgruna um fíggindaliga sinnað virksemi.

Nú hevur Peter Hummelgaard, danski løgmálaráðharrin, svarað.

Løgmálaráðharrin sigur í svarinum, at danskir myndugleikar hava havt umfatandi eftirlit við skipinum Melkart-2, tá tað í juli legði at í Klaksvík. Skipið bleiv fylgt og avmyndað – bæði av sjónum og úr luftini av hernaðarflogfari. Eisini var Føroya Politi umborð og kannaði passini hjá manningini.

Løgmálaráðið vissar um, at trygdin hjá Føroyum er partur av trygdini hjá kongaríkinum. Eisini verður víst á meting frá fregnartænastuni PET, ið áður hevur mett, at vandi er fyri russiskum fregnarvirksemi í økinum kring Føroyar.

Harumframt verður nevnt, at Danmark er í tøttum samstarvi við NATO-lond sum Noreg og Stórabretland um eftirlit í Norðuratlantshavinum.

Sjúrður Skaale fegnast um, at støðan verður tikin í álvara:

– Tað er gott at vita, at myndugleikarnir hava eitt vakið eyga við russisku skipunum. At fingið at vita hvat teir hava – ella ikki hava – funnið fram til, hevði sjálvandi verið áhugavert, men tað ber eyðvitað ikki til at upplýsa í slíkum almennum svari.

– Eg setti jú spurningin, tí eg stúrdi fyri, at avvarðandi myndugleikar gjørdu ov lítið. Men eftirlitið av t.d. Melkart-2 hevur jú verið neyvt. Áhugavert er kortini, at tað eftirlit við hesum skipi, sum greitt verður frá í svarinum, varð framt EFTIR, at eg hevði reist málið við at seta spurningarnar...

Men sum heild fegnast Súrður Skaale fegnast um, at eftirlitið verður raðfest. Hann vísir í tí sambandi eisini til eitt annað átak frá donsku stjórnini:

– Fyrr í hesum mánaðinum kunngjørdi danska løgmálaráðráðið, at man fer at styrkja virksemið frá fregnartænastuni PET í Føroyum enn meira. Hetta er eisini nakað, eg havi eftirlýst. Og at tað verður gjørt vísir eisini, hvussu álvarsama teir myndugleikar, sum arbeiða við hesum, halda støðuna vera.

Danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, sigur í svarinum, at tað eingin ivi skal vera um, at trygdin hjá Føroyum eisini er trygdin hjá danska kongaríkinum, og at danskir myndugleikar taka hóttanina frá fremmandum statum móti kongaríkinum í álvara, og tað ger stjórnin eisini.

– Jeg vil gerne understrege, at det vigtigste for mig som justitsminister er at værne om Kongerigets sikkerhed og tryghed, og der skal ikke herske nogen tvivl om, at Færøernes sikkerhed også er Kongerigets sikkerhed. De danske myndigheder tager truslen fra fremmede staters efterretningsvirksomhed mod Kongeriget meget alvorligt. Det gør regeringen selvsagt også, sigur hann.

Allir spurningarnir, ið Sjúrður Skaale setti, vórðu tó ikki svaraðir – millum annað tí upplýsingar um ítøkiligu spurningarnar eru í trúnaði.

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder