Innanlands

Meksikanskt streetfood: Nýggj matstova í Havn

Brent Morrow, sum var við til at stovna Frumbita, verður høvuðskokkur í nýggju matstovuni í Loca

2020-02-16 22:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin víðkar meksikanska barrin Loca í Sverrisgøtu 15 um úrvalið og fer eisini at selja meksikanskt streetfood. Við hesum nýggja tilboðnum ætla eigararnir at leggja eyka dent á tilboð til yngri fólk, ið ynskja at brúka færri pengar, tá tey fara ein túr út við familju ella vinum. Maturin verður borðreiddur saman við ymiskum øðrum rættum, til dømis nachos og tílíkt, og verður hann borðreiddur “family style”, sum tað kallast, har alt verður sett á borðið samstundis, og so deilist mann um matin.

- Vit hava verið í holtur við hetta í tvey ár nú, og tað hevur alla tíðina verið týdningarmikið fyri okkum, at tað var ordiligur meksikanskur matur, ið varð borðreiddur. Tí hava vit bæði verið í matbýnum Oaxaca í Meksiko, og í Onglandi. Í Oaxaca lærdu vit frá fleiri av bestu kokkunum í ymiskum rættum, og í Onglandi lærdu vit, hvussu ymiskir tacos kunnu vera. Meksikanskur matur er grundleggjandi “streetfood” so sjálvandi fer eisini at bera til at bíleggja mat útvið”, sigur Sigfríður á Plógv Hansen.

Stigtakararnir til hesa matstovuna eru Snorri S. Arge og Sigfríður á Plógv Hansen.

- Hugskotið handan Loca er at bjóða nakað annað enn matstovurnar, sum bjóða tann “fína” matin, og samstundis at dekka ein tørv, sum serliga yngri fólk hava. Vit meta sjálvir, at tað manglar eitt stað til yngri fólk, sum bjóðar lekkran mat, men sum ikki kostar alt ov nógv. Tí meta vit, at hetta tilboðið er júst nakað fyri tey yngru og fyri størri bólkar.

Høvuðskokkurin er Brent Morrow úr Avstralia. Hann var stovnari av gourmet-matstovuni Frumbiti og hevur eisini arbeitt á topp 50-matstovum runt í heiminum. Nú sigur Brent sjálvur, at hann vil royna okkurt eitt sindur stuttligari og ikki eins seriøst sum ein Michelin-matstova, men har góðskan enn verður í topp.

Upplatingartíðirnar verða fríggjadag og leygardag frá klokkan 18-24 og sunnudag frá klokkan 14-19. Køkurin letur aftur klokkan 24, men fríggjadag og leygardag er barrin opin til klokkan 03.45.

- Vit vóna, at Loca fær góða undirtøku, og at hon gerst eitt gott íkast til matstovuvinnuna í Føroyum, sum seinastu árini er blivin meira fjølbroytt og professionell”, siga teir báðir stigtakararnir at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder