Innanlands

Meiriluti vil steðga springaradrápi

58 prosent halda, at vit eiga at gevast at drepa springarar. 8000 brúkarar hava atkvøtt á Portalinum í dag

2021-09-13 16:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani klokkan hálvgun ellivu fyrrapartin hevur verið møguligt hjá brúkarum á Portalinum at givið sína meining til kennar um springaradráp.

“Eiga vit at halda fram við springaradrápi”, ljóðaði spurningurin sum heili 8180 brúkarar hava svarað.

Spurningurin er settur tí nógv kjak hevur tikið seg upp í kjalarvørrinum av stóra drápinum í Skálafirði í gjár, tá 1428 springarar løgdu beinini.

Atkvøðugreiðslan vísir, at ein meiriluti heldur at føroyingar eiga at gevast við at drepa springara, tí heili 58 prosent hava svarað nei.

33 prosent hava svarað, at vit eiga at halda fram at drepa springarar meðan 9 prosent siga seg ikki vita.

Atkvøðugreiðslan endaði klokkan 16.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder