Okkurt bendir á, at nýggja samgongan við Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum skal halda seg til seks aðalráð. 3200 brúkarar á Portalinum svaraðu páskakvøld uppá spurningin, "Hvussu nógv aðalráð skulu vera".
Flokkarnir tykjast samdir rættiliga nógv og sambært Dimma.fo verður útkast til samgonguskjal liðugt í dag. Síðan skal so undir at áseta talið av aðalráðum og at býta málsøkini millum flokkarnar.
(Mynd: Sverri Egholm)
Sambært atkvøðugreiðsluni á Portalinum páskakvøld ynskja 53 prosent at vit skulu hava seks aðalráð. 18 prosent hava svarað, at vit skulu hava færri enn tað.
15 prosent halda, at vit skulu hava sjey aðalráð og tvey prosent halda at vit skulu hava fleiri enn tað.
Síðan desembermánað hava vit havt seks aðalráð í landsstýrinum. Tað var eftir tilmæli frá nýskipanarnevndini, at Aksel V. Johannesen, gjørdi umskipanina í landsstýrinum.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald