Mentan

M.C. stjørnan í Hoydølum

M.C. Restorff verður gestur í tónleikasendingini Hoydalar í kvøld

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-02-26 12:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fleiri hava helst gitt tað, men tað verður altso M.C. Restorff, sum er stjørnan í tónleikasendingini Hoydalar í kvøld.

Fólksligi sangarin úr Brøðrasamkomuni hevur verið nógv spældur seinastu nógvu árini, og hann hevur bygt brýr millum andaligan og verðsligan tónleik.

M.C. Restoff fekk ársins tónleikaheiður á FMA í 2025.

Hoydalar verður í sjónvarpinum í kvøld aftaná Dag og viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder