Í morgin, mikudagin 4. mars, letur Michelin-viðmælta matstovan Roks í Havn uppafrur eftir ein vetrarsteðg.
Hesaferð við tíðindunum um, at matstovan hevur fingið sítt egna vín, eina Roks Riesling.
Í november í fjør hevði matstovan vitjan av týska vínbóndanum, Daniel Kurrle úr vínøkinum Württemberg, beint uttan fyri Stuttgart.
Daniel hevði nakrar av sínum bestu vínfløskum við til Føroya, og saman varð skipað fyri einum væleydnaðum vínkv øldi á ROKS.
- Vínini hjá Daniel gagnaðust bæði okkum og gestunum á Roks sera væl , og tað var tá, at hugskotið byrjaði at spíra: At gera eitt serstakt vín til Roks – eitt vín, sum bert fæst á Roks í serligum Roks-sniði, greiðir Karin Visth, matvøruleiðari og vínserfrøðingur frá.
- Vit smakkaðu okkum ígjøgnum vínúrvalið, og serliga ein Riesling skaraði framúr. Hon vísti seg at hóska serstakliga væl til okkara matskrá – elegant og við góðari javnvág, sum lyftir smakkirnar í matinum uttan at taka yvir. Nýggja vínið er ein frísk og sera væl balanserað Riesling, framleidd uttan í blandingarevni.
List og vín í vøkrum samanspæli
Á Roks er list ein natúrligur partur av samleikanum. Egni listamaðurin hjá matstovuni, Tóroddur Poulsen, hevur prýtt veggirnar við sínum sermerkta stíli – ja , sjálvt á vesinum sæst hansara list.
Eitt av hansara listaverkum – ein hond við vínglasi – er valt at prýða seðilin á nýggju vínfløskuni. Soleiðis sameinast vín, list og matmentan í einari heildaruppliving .
Í morgin, mikudagin 4. mars, letur Roks uppaftur við nýggjari matskrá, og fyri fyrstu ferð við víninum, ROKS Riesling.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald