Hóskvøldið 17. september verður spennandi fyrilestrartiltak í Varpinum í Klaksvík, har David Arge Klevang, lektari á DTU Space. Evnið fyri kvøldinum verður: Frá áttamannafari til rúmdarfar - mars rúmdin og Spaceport Norðoyggjar
Á kvøldinum fer rúmdarserfrøðingurin at greiða frá um tey mest áhugaverdu úrslitini frá fimm ára gransking á reyðu gongustjørnini, mars, við Perseverance rovaranum hjá NASA.
Týðandi evni verða viðgjørd:
- Nærkast vit einum svari til spurningin um lívið í tí stóra alheiminum?
- Hvør er ætlanin fyri framman til tess at koma nærri at svarinum?
- Hvussu kann hetta arbeiðið gagna Føroyum?
Í seinna parti verður greitt frá hvussu rúmdarøkið støðugt mennist, og umrøtt verður hvussu relevant hetta er fyri Føroyar. Føroyar liggja landafrøðiliga serstakliga væl fyri til at stuðla uppundir, og at fara upp í rúmdarvinnuna, og Føroyar kunnu koma at hava ein avgerandi leiklut í teim íløgum, sum í komandi tíðum verða at síggja í Norðurhøvum og Arktis – íløgur sum eru avgerandi fyri norðurlond, Evropa og vesturheimin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald