Uttanlands

Marknaðarvirðið hjá Novo Nordisk omanfyri 3000 milliardir

Vælumtókti heilivágurin ímóti sukursjúku og lætnan, hevur økt partabrævið hjá Novo Nordisk munandi

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-09-08 20:25 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Góðu úrslitini hjá heiligvágs fyritøkuni, Novo Nordisk, fær ongan enda. Marknaðarvirðið hjá fyritøkuni, er økt nógv seinastu tíðina. 

Marknaðarvirðið er nú omanfyri 3000 milliardir. Hetta skrivar heimasíðan MarketWire.dk. 

Sambært MarketWire, er heilivágurin ímóti sukursjúku og lætnan orsøkin fyri týðiliga vøksturin. 

Marknaðurvøksturin er veruleiki, nú partabrævið hjá Novo Nordisk í gjár vaks við 1,9 prosentum, virði góðar 1.352 krónur. 

Bara hósdagin vaks marknaðavirðið hjá fyritøkuni við 56 milliardum krónur. 

Fíggjarhúsini runt heimin, eru sera hugtikin av partabrævinum. Sambært amerikanska stórbankanum, JPMorgan, er væl møguligt, at partabrævið skjótt kann økja eitt virði á 1500 krónur. 

Vælumtókta fyritøkan, og veksandi virðið hjá Novo Nordisk á partabrævamarknaðinum, ger, at fyritøkan skjótt kann teljast millum tær virðismiklastu fyritøkurnar í heiminum. 

Hetta inniber, at fyritøkan langt síðani hevur yvirhálað heimskendar ketur, sum t.d. Coca-Cola, McDonald's og Samsung.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder