Innanlands

Marjun Hanusardóttir gevst sum løgmansstjóri í summar

Hon hevur boðað løgmanni frá, at hon formliga gevst 1. august, og tí verður farið undir at seta nyggjan stjóra í næstum

Í summar hevur 67 ára gamla Marjun Hanusardóttir verið løgmansstjóri í 25 ár (Mynd: Løgmansskrivtovan)

Í summar hevur 67 ára gamla Marjun Hanusardóttir verið løgmansstjóri í 25 ár (Mynd: Løgmansskrivtovan)

2021-04-07 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í summar skal Løgmansskrivstovan hava nýggjan stjóra.

Núverandi løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir, hevur boðað løgmanni frá, at hon formliga gevst í starvinum 1. august.

Marjun Hanusardóttir fylti 67 ár fyrr í ár, og í summar hevur hon verið í starvinum sum løgmansstjóri í 25 ár.

Í næstum verður farið undir tilgongdina at seta nýggjan løgmansstjóra, skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder