Mentan

Marius Ziska á Mentanarnátt á Tvøroyri

”Nærveran”, ”Going Home”, ”Villingarsjónin”, ”Ongin er orsøk" verða m.a. at hoyra á Tvøroyri 29. mai

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-05-09 16:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á Mentanarnáttini, sum verður a Tvøroyri 29. mai, fer Marius Ziska við bólki at framføra.

Tað boðar Tvøroyrar kommuna frá í tíðindaskrivi.

– Marius er fólkaogn og hvørt mannsbarn kennir fantastisku løgini, ið seinastu mongu árini hava rungað í útvarpinum og á festivalunum kring landið. Afturat gandakendu røddini hjá forsangaranum, sleppa vit eisini at hoyra einastandandi góðu tónleikararnir í bólkinum.

– Gleðið tykkum til ”Nærveran”, ”Going Home”, ”Villingarsjónin”, ”Ongin er orsøk" og mangar aðrar landaplágur, frá tónleikaúrmælingunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder