Marius Borg Høiby, sonur norsku krúnprinsessuna Mette-Marit, og verjar hansara kæra dómin, sum hann fekk í morgun.
Í rættinum í Oslo fekk Høiby fýra ára treytaleysa fongsulsrevsing, m.a. fyri tvær neyðtøkur og harðskap í nærsambandi. Tað er hesin parturin av dóminum, sum krúnprinsessusonurin hevur kært, og sum hann noktar seg sekan í.
Høiby hevur sitið varðhaldsfongslaður síðan februar, og eftir at dómurin varð sagdur í morgun bað verji hansara um, at hann verður leyslatin úr varðhaldi.
Grundgevingin er, at tað er ótolandi hjá Høiby ikki at vera saman við familju síni, tá mamma hansara, Mette-Marit krúnprinsessa er álvarsliga sjúk við lungnafibrosu.
Samstundis leggur verjin dent á, at Høiby stutt síðan er fluttur í annað fongsul, sum liggur í einum forstaði til Oslo, og er tað ikki vist, at mamma hansara kann vitja hann har.
Rætturin í Oslo skal viðgera umbønina, og ein avgerð væntast seinni í dag, skrivar Ritzau.
Les eisini: Marius Borg Høiby fær fýra ára fongsul
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald