
Á hvørjum ári heiðrar Vestmanan kommuna persóni ella felagsskapi, ið hevur skarað framúr til gagns fyri onnur og fyri bygdina, og kommunan valdi til stóra morgunmatarborðið í morgun á Vestmannadøgunum, at heiðra Maritu Hansen.
Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini hjá Vestmanna kommunu, handaði Maritu Hansen herðaklappið og segði soleiðis:
Ársins herðaklapp verður á hvørjum ári lati til ein persón ella felagsskap, sum skipar fyri, til ein sum hjálpir, stuðlar og skapar trivna, ein sum ger mun, so tað verður betur fyri tann einstaka og okkum øll, sum her búgva og virka. At handa ársins herðaklapp á Vestmannadøgunum, er ein máti hjá kommununi at siga takk.
Aftur í ár komu fleiri góð boð inn til kommununa um fólk, sum hava uppiborið herðaklappið.
Viðkomandi, sum vit nú fara at heiðra, hjálpir til í tí stilla. Tær 13 kvinnurnar, sum hava sent uppskotið inn siga, at viðkomandi, sum hevur uppiborið herðaklappið í ár, er sum ein Móður Theresa í Vestmanna.
Hon vitjar fólk í bygdini, sum eru einsamøll, hon koyrir til handils fyri eldri, hon hjálpir einligum mammum, hon er sum ein eyka omma hjá fleiri, hon hevði í nógv ár sunnudagsskúlan í bygdini og hon hevur í nógv ár havt sjómanskvinnuringin.
Hon ger alt hetta og meira afturat av sínum eintingum og hon krevur einki afturfyri. Og av tí, at hon ger alt í tí stilla, so eru tað sikkurt eisini rættiliga nógv, sum ikki vita um ta arbeiði, ið hon ger fyri bygdina, ella hvør hon kanska er, tí hon so at siga flýgur undir radaranum.
Ársins herðaklapp verður givið til ein persón, sum við sínum næstrakærleika veruliga ger ein mun, og tað vilja vit heiðra.
Ársins herðaklapp 2025 verður latið Maritu Hansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald