Innanlands

Maria og Jákup framvegis vanligastu nøvn í Føroyum

Vanligastu nøvnini á kvinnum, sum búðu í Føroyum 1. januar vóru Maria, Anna og Annika, og hjá monnum vóru vanligastu nøvnini Jákup og Jógvan

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2022-09-03 11:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vanligastu nøvnini í Føroyum eru framvegis Maria og Jákup.

Sambært Hagstovuni vóru vanligastu nøvnini á kvinnum, sum búðu í Føroyum 1. januar í ár, Maria, Anna og Annika. Síðani koma vælkend nøvn sum Beinta, Katrin, Rannvá og Marjun.

Hjá monnum vóru vanligastu nøvnini Jákup og Jógvan. Nøvnini Jákup og Jógvan hava ligið sum nummar eitt og tvey øll árini síðan 2001. Somuleiðis hava nøvnini Rúni, Martin og Høgni verið vanlig mannfólkanøvn í nógv ár.

Hjá kvinnum hava Maria, Anna og Annika verið ovast á listanum yvir nøvn á kvinnum øll árini síðan 2001, og tíggju tey vanligastu nøvnini í 2021 vóru at kalla tey somu sum í 2001. Einasti munur er, at navnið Durita er skift út við navnið Heidi.

Eins og á kvinnum eru tíggju tey vanligastu nøvnini á monnum at kalla tey somu í 2021 sum fyri 20 árum síðani. Einasta broyting er, at navnið Jan er skift út við navnið Jónas, skrivar Hagstovan.

Nøvn, sum eru munandi meira vanlig nú enn fyri 20 árum síðani, eru Lea, Emma, Ronja og Olivia á kvinnum, og Mattias, Silas, Lukas og Boas á monnum. Fleiri nøvn eru løgd aftur at síðan 2001, og nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru til dømis Nóa, Bragi og Liam á monnum og Brá, Vón og Ria á kvinnum.

Dupultnøvnini eru ikki líka vanlig, sum tey hava verið. Millum 100 tey mest vanligu nøvnini á kvinnum i í 2021 vóru einans tvey dupultnøvn. Tey vóru Anna Maria og Anna Sofía, og millum nøvnini á monnum var bert eitt dupultnavn – Hans Jacob.

Les eisini: Lív og Jónas vóru best umtóktu nøvnini í fjør


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder