Innanlands

Maria Jørðdal Niclassen er virkandi biskupur

Hetta til og við 14. september. - Ein fjølbroytt leiðsla fevnir væl breiðari og nemur fleiri sjónarmið í ymsum málum, bæði innankirkjuliga og í samfelagnum sum heild.

Fyri fyrstu ferð er ein kvinna biskupur í Føroyum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fyri fyrstu ferð er ein kvinna biskupur í Føroyum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-09-04 11:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fólkakirkjan: Maria Jørðdal Niclassen, ið tók við dómpróstaembætinum fyrr í ár, verður virkandi biskupur komandi dagarnar. Hetta í eina stóra viku.

Tá hon var sett sum dómpróstur, var tað ein týðandi uppgáva, ið hon valdi at átaka sær. Tað var samstundis eitt týdningarmikið søguligt fet í menningini av fólkakirkjuni. Nú eru bæði kynini umboðað í leiðslu fólkakirkjunnar.

At kvinnur átaka sær leiðandi leiklut í kirkjuni, hevur stóran týdning, ikki einans í mun til javnstøðu, men eisini fakliga vísandi til sjónarmið og royndir, ið seta dám á tær avgerðir, ið koma at mynda kirkjunnar framtíð. 

Ein fjølbroytt leiðsla fevnir væl breiðari og nemur fleiri sjónarmið í ymsum málum, bæði innankirkjuliga og í samfelagnum sum heild. Tí leiðsla snýr seg eisini um umboðan og ávirkan. 

Tá bæði menn og kvinnur eru við, har tær týdningarmestu avgerðirnar verða tiknar, verður leiðslan í breiðari høpi ein mynd av kirkjuliga felagsskapinum í Føroyum.

Dómprósturin er varamaður biskups, og Maria verður virkandi biskupur til og við 14. september. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder