Uttanlands

Margretha fer ikki at veittra til fólkið í dag

Drotningin er ikki longur ríkisovasti, og tí verður 84 ára føðingardagurin hildin í stillum

Frá 83 ára føðingardegnum fyri einum ári síðan (Mynd: EPA)

Frá 83 ára føðingardegnum fyri einum ári síðan (Mynd: EPA)

2024-04-16 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag fyllir Margretha drotning 84 ár. Men hesa ferð verðru føðingardagurin øðrvísi, enn hann hevur verið tey seinastu árini.

14. januar fór Margretha drotning alment frá sum ríkisovasti, og sonur hennara tók yvir trónina og gjørdist kongur.

Føðigardagurin í dag verður merktur av hesum, skrivar Ritzau. Í fjør kom drotningin, sum siður er, út á svalan á Amnalienborg at veittra til fólkið, ið var savnað. Í ár fer hon ikki út á nakran svala.

Margretha drotning heldur føðingardagin privat á Fredensborg slotti. Men hóast tað, so fara danir at merkja, at hon fyllir í dag.

Føðingardagur Margrethu drotningar er framvegis almennur flaggdagur í danska ríkinum. Tað verður eisini ein serlig lítil konsert, tá kongaliga lívgardan hevur vaktarskifti á Fredensborg slotti á midegi.

Og røktarheim í Keypmannahavn fáa eisini gleði av hendingini, tí fleiri heim fáa ókeypis kaku.

Tað er Københavns Bagerlaug, sum síðan 2020 hevur hátíðarhildið føðingardagin við køkum. Tað byrjaði, tá drotningin undir koronafarsóttini bað um, at pengarnir til blómur heldur fóru til fólk, sum høvdu tað trupult.

Í staðin fyri blómur sendu bakararnir í Keypmannahavn ‘medaljur’ – eitt slag av rómakøkum – til røktarheim. Nú gera teir tað fyri fimtu ferð.

Teir danir, sum vilja sleppa at veittra til ein lim av kongshúsinum kunnu bíða til 26. mai, tá Fríðrik kongur fyllir 56. Tá fer hann út á svalan, har móðir hansara hevur staðið ár út og ár inn á sínum føðingardegi. Tað verður á fyrsta sinni sum kongur.

Í januar segði Margretha drotning seg frá sum ríkisovasti, og lat soni sínum trónuna. Men heiti hennara er framvegis drotning.

Les eisini: Kongshúsið fær 17 milliónir afturat

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder