Innanlands

Manningin á Sjóborg avhoyrd

Norsk síða skrivar, at manningin á Sjóborg nú er avhoyrd, eftir at skipið náttina til fríggjadagin rendi á oljupall

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-12 14:24 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Vit hava avhoyrt av starvsfólkum umborð á bátinum, og tryggja okkum bíløt av skæðunum. Nú bíða vit eftir fleiri kanningum, sigur Åslaug Høgemark, leiðari fyri umhvørvisdeildini hjá løgregludømi í Noregi við heimasíðuna Sysla.no. 

Talan er um hendingina náttina til fríggjadagin, tá føroyska útgerðarskipið Sjóborg rendi á oljupall í Noregi. Talan var ikki um nakran álvarsaman skaða, men skipið rakti á har bjarginarbátarnir vóru, og øll manningin fór í land. 

Í gjár visti Kringvarpið at siga, at Sjóborg hevur sáttmála við felagið Equinor, sum eigur oljupallin fram til 2022, og at sáttmálin ásetur, at Skansin Offshore, sum eigur Sjóborg, skal gjalda fyri umvælingina av skipinum, meðan norska felagið sjálvt skal gjalda fyri umvæling av norska skipinum. 

Og Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Skansanum sigur eisini við Norska miðilin Sysla.no, at talan var um lítlar skaðar. 

- Hendingin verður kannað nú, og tað kann taka upp til tríggjar mánaðir, áðrenn tað verður liðugt. Áðrenn tað, kann eg ikki siga meira, enn at førini røru hvørt annað og at talan var um lítlan skaða á skipið. Nú skal skipið umvælast á satelitantennunum, radaranum og á mastrini sjálvari, sigur Jens Meinhard Rasmussen við norska fjølmiðilin. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder