Innanlands

Manningarfeløgini og Reiðarafelagið leingja sáttmálarnar til 1. mai

Partarnir eru samdir um at leingja níverandi sáttmálar í ein mánað í fyrstu syftu

Hanus Hansen er formaður í Reiðarafelagnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hanus Hansen er formaður í Reiðarafelagnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-20 14:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Partarnir hava hittst til samráðingar, og lótu hvøjum øðrum krøvini til nýggja avtalu fyri tveimum vikum síðani.

Síðani er einki hent á tí økinum, og tað er sannlíkt at verandi støða viðvíkjandi koronavirusinum spælir inn.

Manningarfeløgini o,g Reiðarafelagið eru tó samd um at fyribils leingja sáttmálarnar í ein mánað - til 1.mai.

Hetta skrivar Kringvarpið.

 
 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder