Innanlands

Mannarættindadagur – tendra eitt ljós

Amnesty International varpar ljós á heimsyvirlýsingina um mannarættindi í dag

2020-12-10 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag er altjóða mannarættindadagur. Dagurin har ljós verður varpað á tey rættindi, sum vórðu samtykt í ST við Heimsyvirlýsingini um mannarættindi í 1948.

Stovnarin av Amnesty International, Peter Benenson, valdi at minnast hendan dagin við at tenda eitt ljós at minnast øll tey, sum framvegis ikki hava hesi rættindi. Og á hvørjum ári heitir Amnesty International á fólk um at tendra eitt ljós í dag tann 10. desember. Eitt ljós birtir vón.

Amnesty International Føroyar hevur í ár selt Amnesty-ljós til dagin, og tað sermerkta við ljósunum í ár er, at tað eru starvsfólk hjá Dugna, sum hava framleitt ljósini úr kertustubbum, sum føroyingar hava latið inn seinastu mánaðirnar. 

Amnesty Ung skipa fyri almennari skrivikafé í Sirkus í kvøld, har Dania Tausen við bólki eisini fer at spæla nøkur løg. Í ár heitir Amnesty á fólk um at skriva brøv fyri einum ungum manni í Kili, sum varð skotin í eyguni, tá hann var partur av mótmælisgongu fyri sosialum rættindum í Kili, og fyri Nassimu úr Saudi Arabia, sum situr í fongsli fyri at hava tosað hart um rættin hjá kvinnum at flyta seg frítt uttan ein mannligan verja.

Í vikuni lat Amnesty hoyringsskriv til Føroya Landsstýri, har felagsskapurin vísir á viðurskifti, sum hann metir eiga at broytast í Føroyum.

Les um fongsulsviðurskifti, samtykkilóg og upplýsing um mannarættindi her   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder