Innanlands

Yvirlit: Málsøkjabýtið er 3-2-2 - fleiri nýggjar samansetingar

Vit kunnu nú endaliga seta nøvn á ráðini og á fýra av sjey løgtingsfólkum, og hini trý skulu bert endaliga staðfestast. Greitt er eisini, at Johan Dahl verður løgtingsformaður

Margit Stóra heldur eftir øllum at døma fram sum landsstýriskvinna. Tað verður í almannamálum - við fleiri tingum afrurat (Mynd: Sverri Egholm)

Margit Stóra heldur eftir øllum at døma fram sum landsstýriskvinna. Tað verður í almannamálum - við fleiri tingum afrurat (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-09 12:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýggja Landsstýrið verður endaliga avdúkað mánadagin 13. apríl, men longu nú er greitt, hvussu málsøkjabýti er, og øll sjey nøvnini kunnu - við nærum 100 prosent vissu - staðfestast.

Hetta eftir tíðindafundin um samgonguskjalið í dag, har flokkarnir endaliga váttaðu málsøkini, sum vit kundu fortelja um longu í gjár, og eftir at FM1 og Portalurin hava slotað seg fram til nøvini.

Tey, sum eru markað á hendan hátt, eru endaliga staðfest ella so at siga tað. 

Tey, sum eru markað við hesari skriftini í yvirlitinum niðanfyri, eru ikki 100 prosent vís, men alt bendir á, at hesi fara í Landsstýrið eisini.

Føroya Landsstýri

Fólkaflokkurin: 
Løgmaður (Beinir Johannesen)

Vinnumál - herundir samferðsla og útlendingaøkið (Jacob Vestergaard)

Mentamál - herundir útbúgvingamál (Bárður á Lakjuni)

Sí eisini: Beinir Johannesen verður yngsti løgmaður higartil

Sambandsflokkurin: 
Uttanríkis- og fiskivinnumál (Bárður á Steig Nielsen)

Heilsumál - herundir orku og umhvørvi (Eyðdis Hartmann Niclasen)

Herundir er eisini greitt, at Johan Dahl verður nýggjur løgtingsformaður.

Mest sannlíkt verða Jóhannis Joensen (C) og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir (A) aftur í formansskapinum.

[object Object]
Johan Dahl verður nýggjur landsstýrisformaður (Mynd: Sverri Egholm)

Javnaðarflokkurin: 

Fíggjarmál (Aksel V. Johannesen) *

Almannamál - herundir bústaðarmál, javnstøða, arbeiðsmarknaðarmál (Margit Stóra)

* Her er tann krúllan, at floksleiðslan í Javnaðarflokkinum í kvøld formliga skal góðkenna landsstýrisfólkini. At flokkurin ikki fer at góðkenna sín egna formann sum landsstýrismann í fíggjarmálum er óvanliga ósannlíkt, og tískil man Aksel V. Johannesen metast sum staðfestur sum nýggur landsstýrismaður í fíggjarmálum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder