Mentan

Málningurin fór fyri meira enn tíggju ferðir tað metta

Hamarin fall við 6.400 evrur – tað er 47.500 krónur

2021-01-11 22:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrr í dag skrivaðu vit um ein málning við føroyskum motivi, sum varð settur til sølu á netuppboðssøluni lauritz.com

Ongin upplýsing er um listafólk ella hvaðani myndevnið er, men ongin ivi er um, at talan er um eina mynd úr Føroyum.

Myndin varð mett til 600 evrur ella um 4.500 krónur.

Men áhugin gjørdist størri, enn lauritz.com hevði roknað við. Tá hamarin fall nakað fyri klokkan 21 í kvøld, var boðið komið upp á 6.400 evrur.

Tað ber til at fylgja boðunum, og tað vísti seg, at keyparin fyrst vísti áhuga fyri málninginum seinnapartin, tá boðið var komið upp á 1.500 evrur og við komandi hækkaði tað við 100 evrum.

Síðan kappbjóðaðust tvey áhuga um málningin allan vegin upp til 6.400 evrur. Tá boðið kom upp um 2.000 evrur, hækkaði tað við 150 hvørja ferð, og tá tað var komið upp á 5.000 evrur hækkaði tað við 200 hvøja ferð.

Ikki færri enn 84 ferðir varð bjóðað upp á málningin, við ókenda málaranum.

Tá vit skrivaðu um málningin fyrr í dag, bóðu vit lesarar koma við einum boði um, hvør listafólkið mann vera og hvaðani myndevnið er.

Boðini eru ymisk. Men tað tykist vera semja um, at listafólki er útlendskt og at tað er ein kvinna. Boðini eru, at tað kundi verið Flora Heilmann, Paulina Weishaupt ella Elizabeth Taylor.

Boðini um myndevni eru eisini ymisk. Onkur sigur av Velbastað við Hesti í baksýni, meðan onnur siga av Depli við Viðoynni í baksýni.

 

placeholder
placeholder