Ein málningur av eysturríkska listamanninum, Gustav Klimt, er seldur fyri ikki minni enn 236,4 milliónir dollarar ella góðar 1,5 milliardir krónur á einu uppboðssølu í New York.
Sostatt er talan um næstdýrasta listaverk, sum nakrantíð er selt á uppboðssølu.
BBC skrivar, at tað varð kappbjóðað í 20 minuttir um málningin við heitinum ‘Portrett av Elisabeth Lederer’, ið varð málað millum 1914 og 1916.
Uppboðssøluhúsið Sotheby’s hevur ikki upplýsst hvør keyparin er.
Hóast stóru upphæddina, so er framvegis langt upp til dýrasta listaverkið nakrantíð. Tá fall hamarin á 450 milliónum dollarum ella 2,9 milliardir krónur. Tað var tá málningurin ‘Salvador Mundi’ hjá Leonardo da Vinci varð seldur í 2017.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald