Innanlands

Málið verður viðgjørt sunnudagin

Tað hevur skapt øsing í Sambandsflokkinum, at ein tinglimur í flokkinum verður við til at leggja uppskotið um at broyta fosturtøkulógina fram aftur, og skal málið nú viðgerast í flokkinum

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-09-19 15:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin í komandi viku verður uppskotið um at broyta fosturtøkulógina eftir ætlan lagt fram av Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum, Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum, Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi, og Karlot Hergeirsson úr Framsókn.

Men sum vit skrivaðu í vikuni hevur tað elvt til innanhýsis stríð í Sambandsflokkinum, at ein av ein limur í flokkinum er við til at leggja uppskotið fram.

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum segði við Portalin mikudagin, at hann ongar almennar viðmerkingar hevur til málið, fyrr enn tað er viðgjørt innanhýsis í flokkinum.

Sambært Kringvarpinum verður málið tikið upp á fundi sunnudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder