Galaxy er farin úr Føroyum aftur, og tey flestu vóna, at tað er fyri seinastu ferð. Men málið um hekkuportrið á skipinum, sum sambært einari mynd var opið undir sigling 1. september, hongur við.
Sjóvinnustýrið, ið eigur ábyrgdina at kanna málið, lat tað fyrr í mánaðinum víðari til løgregluna.
Men sambært Kringvarpinum skulu onnur viðurskifti kannast eisini.
Galaxy er ikki longur í sigling á Suðuroyarleiðini, men avloysaraskipið fyllur enn (Mynd: Sverri Egholm)
Eftir nakað av trýsti fór landsstýrismaðurin í samferðslumálum inn í hetta málið, og Jóhan Christiansen hevur nú biðið um hjálp á einum øki.
Kringvarpið hevur fingið innlit í málið og skrivar, at landsstýrismaðurin hevur heitt á Gunn Ellefsen, advokat, um at vera við í viðgerðini.
Hennara leiklutur verður at fáa lýst fyrisitingarligu viðgerðina hjá Strandferðsluni av fráboðanini um, at hekkuportrið á Galaxy var opið undir sigling og eisini meta um, um hendan viðgerðin var nøktandi.
Harvið er hetta enn eitt fet í málinum, sum hevur koyrt í nógvar vikur.
Kanningin hjá Gunn Ellefsen skal vera liðug í desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald