Innanlands

Magnstøðin í Vági fær eina yvirháling

Arni og Rakul B. Brattaberg yvirtóku 1. februar Magn støðina í Vági, og nú verður stór umbygging gjørd. Eisini verður café

Arni og Rakul B. Brattaberg (Mynd: Suðuroyarportalurin)

Arni og Rakul B. Brattaberg (Mynd: Suðuroyarportalurin)

2025-12-17 22:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Arni og Rakul B. Brattaberg yvirtóku tann 1. februar Magn støðina í Vági, og nú verður skjøtil settur á stóra umbygging. Byggiloyvi er fingið uppá pláss.

[object Object](Mynd: Magn Vágur)

- Síðani yvirtøkuna hava vit arbeitt saman við dugnaligum samstarvsfeløgum, um at finna tað røttu loysnina til eitt nútíðar stað, har okkara kundar trívast og vit kunnu geva bestu tænastu, umframt at geva okkara dugnaligu starvsfólkum bestu arbeiðsumstøður, siga tey bæði í skrivi.

- Kioskin verður væl størri við einum breiðum úrvali innan kiosk, gerandisvørur og skundverðir. Í vestara enda verður cafe har vitjandi kunnu njóta alt tað, sum hoyrir til eina nútímans cafe. Afturat hesum verður eitt stórt alrúm, við fleiri ymiskum hentleikum til tey vitjandi.

[object Object](Mynd: Magn Vágur)

Ynskið er, at nýggja Magn støðin verður eitt møtistað fyri suðuroyingar og øll vitjandi, sum koma til oynna.

Eftir ætlan er komið á mál við umbyggingini á jóansøku 2026.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder