placeholder
Innanlands

Magni Arge og Macron skiftu orð um sjálvstøðu í Fólkatinginum

Teir skiftu millum annað orð um fólkaatkvøðu hjá Ný Karadonia um sjálvstøðu

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-08-29 17:01 Author image
Innsent
placeholder

Tá Emmanuel Macron vitjaði í fólkatinginum í gjár, var Magni Arge, fólkatingsmaður, millum teirra, sum hittu franska forsetan. Teir skiftu millum annað orð um fólkaatkvøðu hjá Ný Kaladonia um sjálvstøðu.

Floksformenn og tingbólkaleiðarar vóru bodnir til móttøku í samtalurúminum á Christiansborg, greiðir Magni Arge frá. Har fingu fólkatingspolitikararnir høvi til at heilsa upp á franska forsetan og fylgi, sum taldi eitt nú ráðharrar fyri fíggjarmálum, evropamálum og mentanarmálum.

Harumframt fingu politikararnir høvi til at heilsa upp á fleiri franskar parlamentarikarar, sum vóru við í fylginum.

Pia Kjærsgaard, formaður í fólkatinginum, beyð Macron og fylgi vælkomnum, og síðan helt franski forsetin eina stutta røðu. Hann talaði fyri at fremja samstarv í Evropa og vísti til týdningin, búskaparligt samstarv hevur, og týðandi uppgávuna at halda fast um demokratiska siðvenju og mentanarligt samstarv. Macron legði eisini dent á at fremja hernaðarligt samstarv í Evropa, tí hann heldur tað vera umráðandi, at Evropa megnar at verja seg sjálvt.

- Sjálvur fekk eg høvi at skifta orð við hann um sjálvsavgerðarrætt, og hvørja støðu Frakland hevur til fólkaatkvøðuna um sjálvstøðu, sum verður í Ný Kaledonia 4. november. Hann segði, at Frakland hevði tilvitað valt at halda seg aftur í kjakinum upp undir fólkatkvøðuna, tí hann heldur fremstu uppgávuna vera at tryggja frið í Ný Kaledonia, sigur Magni Arge.

Oyggjarnar, sum liggja eystan fyri Avstralia, hava í mong ár verið undir fronskum ræði, og har var nakað av ófriði síðst í áttatiárunum. Ein partur av íbúgvunum er upprunafólk, og onnur eru tilflytarar ellar ættarfólk frá teimum. Ný Kaledonia er millum tey økini, sum í 1946 fingu fullan rætt til sjálvi at gera av síni viðurskifti, og hvørs viðurskifti eru undir ST-eftirliti.

- Macron gjørdi greitt, at Frakland framhaldandi vil hava góð viðurskifti við Ný Kaledonia, og at Frakland fer at stuðla landinum, um tað gongur egnar leiðir. Hann ivaðist tó í, um fólkið fór at taka sjálvstøðu. Eg fekk eisini høvi at skifta orð við aðrar politikarar, og summir teirra høvdu bæði áhuga og vóru væl vitandi um viðurskifti um okkara leiðir, sigur Magni Arge.

Í Fraklandi eru tey óttafull um framtíðina hjá fronsku fiskivinnuni, tí so stórur partur av fiskinum verður veiddur í bretskum sjógvi. Hetta rakar Frakland hart, segði ein ráðharri, sum helt, at samráðingarnar við bretar í løtuni eru komnar til ta løtuna, har báðir partar stara beint í eyguni á hvør øðrum og bíða, til tann fyrsti blunkar.

- Tá summi rópa Macron fyri eina politiska superstjørnu, so skiji eg tað væl. Hann dugir sera væl at føra seg fram, talar flótandi og skipað uttan handrit og megnar at engagera fólk upp á ein intelligentan máta. Kanska minnir hann eitt sindur um Clinton í so máta, men stílurin er kortini eitt sindur stirvnari enn tann amerikanski hjá Clinton og Obama, sigur Magni Arge.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder