Eitt nýtt matstað hevur nú latið dyrnar upp á Áarvegi 12 í Havn. KJØT bjóðar dygdargóðan gøtumat, har føroyskar rávørur, gott handverk og skjót tænasta ganga hond í hond.
Á matskránni eru lekkrir smash-burgarar, gjørdir úr feskum føroyskum neytakjøti, fish & chips tilgjørt úr føroyskum fiski, jomfrúhummari & chips og fleiri aðrir vælsmakkandi rættir. Burgarabollarnir verða bakaðir í býnum, og latnir hvønn morgun, soleiðis at gestirnir altíð fáa nýbakað breyð og mat úr góðum føroyskum rávørum.
KJØT leggur stóran dent á at brúka føroyskar og stuttfluttar rávørur, har tað ber til, og at skapa eina matuppliving, sum sameinir góða dygd við eina avslappaða og livandi gøtumatsmentan.
Navnið KJØT er samstundis ein heiður til søguna á staðnum. Í fleiri áratíggju hevði Heini í Kjøti sína slaktarafyritøku á somu adressu, og navnið knýtir tí nýggja matstaðið saman við ríku søguna í miðbýnum.
– Vit hava ynskt at skapa eitt stað, har fólk kunnu fáa góðan, erligan mat úr teimum bestu føroysku rávørunum í hugnaligum umhvørvi. Vit eru errin av at kunna arbeiða við føroyskum neytakjøti, feskum fiski og nýbakaðum bollum frá okkara bakara hvønn einasta dag. Vit gleða okkum til at bjóða bæði føroyingum og vitjandi vælkomnum til KJØT, sigur Joel, dagligur leiðari á Áarvegi 12.
KJØT er opið hvønn dag frá kl. 11 til 21.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald