Eitt flogfar við forsetanum í Venesuela, Nicolas Maduro, umborð, er í kvøld lent í USA, boða altjóða miðlar frá.
Flogfarið lendi á Stewart Air International Guard Base norðanfyri amerikanska stórbýin New York City.
Maduro og kona hansara, Cilia Flores, vórðu tikin til fanga leygarnáttina, tá amerikanski herurin framdi álop á landið.
Amerikanski løgmálaráðharrin, Pam Bondi hevur boðað frá, at Maduro og kona hansara verða rættarsøkt í New York fyri m.a. smugling av kokaini og ólógliga varðveitslu av vápnum, skrivar Ritzau.
Løgreglukeldur upplýsa fyri miðlinum New York Times, at Maduro og kona hansara verða flutt til fonslið Metropolitan Detention Center, har tey verða afturhildin.
Metropolitan Detention Center hevur handfarið mál móti m.a. rapparanum R. Kelly, og Ghislaine Maxwell, samstarvsfelagi hjá Jeffrey Epstein.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald