Uttanlands

Maduro fyri rættin seinnapartin

Forsetin í Venesuela er m.a. skuldsettur fyri smugling av rúsevnum

Nicolas Maduro, forseti í Venesuela (Mynd: EPA)

Nicolas Maduro, forseti í Venesuela (Mynd: EPA)

2026-01-05 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nicolas Maduro, forseti í Venesuela skal sambært fleiri miðlum fyri rættin í New York í dag.

Sambært CNN verður rættarfundurin umleið á middegi amerikanska tíð, sum er klokkan 17 føroyska tíð.

Tað var leygarnáttina, at USA framdi álop á Venesuela og tók forsetan og konu hansara, Cilia Flores til fanga og flutti tey til USA.

Maduro er skuldsettur fyri m.a. smugling av kokaini.

Les eisini: Maduro skuldsettur fyri smugling og varðveitslu av vápnum

Sambært amerikanska løgmálaráðharranum, Pam Bondi eru bæði Maduro og kona hansara skuldsett í málinum. Hjúnini eru í løtuni í varðhaldi í býarpartinumBrooklyn í New York.

Maduro og Flores vóru í heimi teirra á herstøðini Fuerte Tiuna í høvuðsstaðnum í Venesuela, Caracas, tá tey vórðu tikin av amerikanska herinum.

Sambært USA hevur álopið verið lagt til rættis í fleiri mánaðir, skrivar Ritzau.

Les eisini: Venesuela: Varaforsetin virkandi forseti

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder