Frákoyrdi venesuelski forsetin, Nicolás Maduro skal í dag fyri rættin í New York í USA - fyri aðru ferð, síðan hann varð burturfluttur av amerikanska herinum fyrst í hesum árinum.
Maduro og kona hansara, Cilia Flores hava verið afturhildin í fongsli í Brooklyn í New York í nærum tríggjar mánaðir.
Maduro sigur seg vera ein krígsfangi, og noktar seg sekan í øllum ákærum, skrivar Ritzau.
Hann er ákærdur fyri m.a. rúsevnisyvirgang og fyri at hava í varðveitslu ólóglig vápn.
Rættarfundurin verður í dag klokkan 15 føroyska tíð.
Tað er sannlíkt, at Maduro fer at royna at fáa málið avvíst, meðan ósemja er um, hvør skal rinda fyri sakførara.
Stjórnin í Venesuela roynir at rinda fyri sakførara hansara men orsakað av amerikonskum revsitiltøkum móti Venesuela krevst serligt loyvi til sakføraran hjá Maduro, og tað loyvið er enn ikki komið í lag.
Sakførarin, Barry Pollack hevur sjálvur greitt frá, at USA forðar venesuelsku stjórnini í at gjalda fyri tænastur hansara, og er stríðir kravið um serligt loyvi ímóti grundlógartryggjaða rættin hjá Maduro til sakførara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald