Mentan

Maðurin handan “Driving Home for Christmas” deyður

Bretski sangarin og guittaristurin Chris Rea gjørdist 74 ár

Chris Rea avmyndaður á konsert í Amsterdam í 2024 (Mynd: EPA)

Chris Rea avmyndaður á konsert í Amsterdam í 2024 (Mynd: EPA)

2025-12-22 17:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretski sangarin, Chris Rea, best kendur fyri jólaklassikaran 'Driving Home for Christmas', er deyður, skrivar BBC.

- Hann sovnaði stillisliga á sjúkrahúsi fyrr í dag, eftir stutta sjúkralegu, umgyrdur av familju, upplýsti ein talsmaður fyri BBC.

Chris Rea gjørdist 74 ár. Í 2001 fekk hann staðfest krabbamein í brisinum, sum tá varð skorið burtur.

'Driving Home for Christmas' var upprunaliga b-síðan á eini single-plátu, sum hann gav út í 1986. Í 2012 varð sangurin kosin sum 12. best umtókti jólasangurin í Bretlandi.

Rea hevur givið út 25 heildarútgávur, tann fyrsta kom í 1978. Umframt vælumtókta jólasangin, er hann kendur fyri sangirnar “Fool (if You think it’s Over)”, "I can hear Your Heartbeat” frá 1983 og “The Road to Hell” frá 1989.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder