Innanlands

Maður funnin deyður í haganum

Í gjárkvøldið fór løgreglan at leita eftir einum manni, sum var farin at skjóta haru omanfyri Signabø

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-15 09:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið og í nátt varð leitað í haganum omanfyri Signabø eftir einum manni, sum var farin einsamallur at skjóta haru og ikki var komin aftuíaftur.

Talan var um ein tilkomnan mann, sum var staðkendur í økinum.

Løgreglan fekk boðini um mannin beint áðrenn klokkan 21, og stór leiting varð sett í verk. Leitað varð bæði við hundum, tyrlu, dronu og staðkendum fólki. Eisini varð bjargingarbáturin Lív farin at leita í fjørðinum.

Klokkan umleið 3.30 í nátt komu hundarnir so fram á mannin, og tá var hann deyður.

Avvarðandi eru kunnað, og løgreglan kannar nú umstøðurnar nærri. Higartil veit løgreglan ikki at siga hvat er hent, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at løgreglan er sera takksom fyri hjálpina, sum tey fingu frá teimum staðkendu undir leitingini.

Dagførd kl. 9.49

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder