Innanlands

Maður brúkt harðskap móti trimum monnum

Sambært løgregluni fekk eingin av teimum órættaðu nakran ógvusligan skaða

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-11-19 09:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan hálvgum fýra sunnumorgunin fekk løgreglan boð um, at ein maður hevði brúkt harðskap móti tveimum monnum.

Síðan tá hevur løgreglan kannað málið nærri, og seinni kom fram, at maðurin hevði gjørt seg inná ein triðja mann.

Sum skilst hevði maðurin sligið teir, og vórðu teir sendir á landssjúkrahúsið til kanningar, sum vanligt er, tá slíkt hendir. Vakthavandi á politistøðini sigur, at eingin teirra fekk nakran ógvusligan skaða.

Løgreglan er enn ikki liðug at kanna málið, og fara tey at gera fleiri avhoyringar í málinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder