28 ára gamli maðurin, sum í 2022 leyp á rithøvundan Salman Rushdie, varð í gjár funnin sekur í yvirgangi av einum samveldisdómstóli í USA.
Maðurin hevur longu fingið 25 ára fongsulsrevsing fyri drápsroynd í sambandi við álopið á Rushdie í News York, men nú kann hann enda við at fáa lívlangt fongsul, skrivar Ritzau.
Tað var 12. august 2022, tá Rushdie hevði upplesing í New York, at tann tá 24 ára gamli maðurin stakk hann fleiri ferðir við knívi. Rushdie misti m.a. sjónina í høgra eyga.
Rushdie er mest kendur fyri bókina "Satanisku Versini" frá 1988, har hann lýsir eina fiktiva útgávu av profetinum Muhammed. Árið eftir, at bókin kom út, sendi táverandi andaligi leiðarin í Iran, Ruhollah Khomeini ayatollah út eina fatwa móti Salman Rushdie fyri gudspottan, og heitt varð á muslimar um at drepa Rushdie.
Tað var júst hetta, sum samveldisdómstólurin heldur vera orsøkin til, at maðurin leyp á Rushdie í 2022. Maðurin hevur áður greitt frá, at hann hevur lisið tvær síður í bókini hjá Rushdie, og heldur hann, at talan er um eitt álop á islam.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald