Uttanlands

Maður sogin inn í motor

Bergamo flogvøllurin har norður í Italia er fyribils stongdur eftir eina vanlukku á flogbreytini

(Mynd: X)

(Mynd: X)

2025-07-08 12:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein vanlukka á flogbreytini á Bergamo flogvøllinum har norðuri í Italia, nærhendis Milano, hevur við sær, at flogvøllurin fyribils er stongdur.

Tað skriva altjóða miðlar.

Eitt talsfólk upplýsir fyri Reuters, at ein maður er deyður, og talan var hvørki um ferðafólk ella eitt starvsfólk á flogvøllinum.

Italska tíðindastovan Ansa skrivar, at ein maður varð sogin inn í motorin á einum flogfari, sum gjørdi seg til reiðar til fráferð. Løgreglan skal nú kanna, hvussu tann nú deyði maðurin er komin inn á breytina.

Lokalir miðlar skriva, at maðurin, sum doyði, var 35 ára gamal.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder