Uttanlands

Maður raktur av snarljósi á flogvøllinum í Kastrup

Maðurin er ikki í lívsvanda

Snarljós yvir Keypmannahavn í gjár (Mynd: TV2)

Snarljós yvir Keypmannahavn í gjár (Mynd: TV2)

2019-06-13 09:15 Author image
Ari av Rana

Ein 58 ára gamal varð í gjárkvøldið raktur av snarljósi á flogvøllinum í Kastrup. Flogvøllurin váttar fyri TV2, at maðurin starvaðist á flogvøllinum.

Løgreglan fekk fráboðanina um hendingina kl. 22:25 lokala tíð. Løgreglufólk og ambulansa fóru á staðið og maðurin varð koyrdur á Ríkissjúkrahúsið.

Av Ríkissjúkrahúsið varð í morgun sagt, at maðurin ikki var í lívsvanda eftir óhepnu hendingina.

Sambært TV2 Vejret vóru 1779 snarljós í Danmark í gjár og í nátt.

placeholder
placeholder