Innanlands

Maður gekk seg fastan í einari urð á Nólsoynni

Løgreglan helt tað vera best at senda tyrluna eftir persóninum í nátt, og hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið. MRCC var eisini við í átakinum

Hetta var nakað frá bygdini, og mett varð ikki at tað var ráðiligt, at fólk fóru út at royna at royna at hjálpa, greiðir løgreglan frá (Mynd: Pól Sundskarð)

Hetta var nakað frá bygdini, og mett varð ikki at tað var ráðiligt, at fólk fóru út at royna at royna at hjálpa, greiðir løgreglan frá (Mynd: Pól Sundskarð)

2025-09-24 08:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um hálvgum trý tíðina í nátt fekk løgreglan fráboðan úr Nólsoy um ein persón, sum hevði gingið seg fastan í einri urð.

Hetta var nakað frá bygdini, og mett varð ikki at tað var ráðiligt, at fólk fóru út at royna at hjálpa.

Hesum greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn frá í morgun.

Tískil varð avgerð tikin um, at tyrla skuldi sendast. Hon kom til Nólsoyar nakað eftir klokkan 03, og tað eydnaðist væl at fáa mannin við.

Sum skilst var talan um ein føroying, sum var farin eftir lira saman við nøkrum øðrum.

Vaktleiðarin sigur, at maðurin hevði fingið einhvønn skaða í beinið, sum var til ampa.

Tað er ikki heilt greitt, hvør støðan hjá manninum var og er, men sambært vorn.fo varð hann fluttur á Landssjúkrahúsinum til kanningar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder