2025-07-19 10:52

Stutt eftir klokkan 13 í gjár varð boðað frá, at Eysturoyartunnilin varð stongdur orsakað av einari ferðsluvanlukku, har ein persónbilur rendi á rundkoyringina í tunlinum.
Løgreglan váttar í morgun fyri miðlunum, at førarin - ein eldri maður - sum rendi á, er deyður.
Málið verður kannað nærri. Um hann er deyður orsakað av ferðsluvanlukkuni, ella um heilsan hjá føraran var orsøkin til vanlukkuna, er ógreitt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald