Innanlands

Maður datt í fjøllunum

Varð fluttur við tyrlu til Landssjúkrahúsið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-09-23 08:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Beint fyri middag í gjár fekk løgreglan fráboðan frá einum manni, sum var dottin í fjøllunum, og sum hevði so mikið av pínu, at hann ikki fekk flutt seg.

Boð vórðu send eftir tyrluni at koma manninum til hjálpar.

Maðurin var staddur okkurt um ein hálvan kilometur frá landsvegnum millum bygdirnar. Ein annar maður, ið kom staðar, hjálpti honum oman á vegin, haðani hann kundi koyrast til tyrlupallin og víðari við tyrluni til Landssjúkrahúsið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder