
Franski forsetin, Emmanuel Macron er lendur í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk.
Í Grønlandi skal franski forsetin hitta grønlendska landsstýrisformannin Jens-Frederik Nielsen og danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen.
Teir tríggir leiðararnir skulu m.a. umrøða trygd í Arktis, búskaparmenning og veðurlagsbroytingar.
– Eg komi til grønland við einum boðskapi um samhuga, stuðul og vinalag, sigur Macron sambært Ritzau.
Macron verður í Grønlandi í sjey tímar. Hann er fyrsti útlendski statsleiðarin, sum vitjar Grønland, síðan amerikanski forsetin, Donald Trump boðaði frá ynski sínum um at yvirtaka Grønland.
Fyrr í ár vitjaði amerikanski varaforsetin, J.D. Vance eisini í Grønlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald