Uttanlands

Macron: - Hús okkara brennur

Franski forsetin og aðalskrivarin í ST vilja hava, at okkurt verður gjørt við eldarnar í Amazonas skjótt. "Blandið tykkum uttanum", sigur forsetin í Brasil

Myndin, ið Emmanuel Macron legði út á Twitter av Amazonas

Myndin, ið Emmanuel Macron legði út á Twitter av Amazonas

2019-08-23 11:58 Author image
Agnar Prestá

Nógvu og ógvusligu eldarnir í heimsins størsti regnskógui skapa nú stórt altjóða kjak. Fleiri kend fólk, ið einki hava við politikk at gera, so sum Cristiano Ronaldo, hava á Instagram og aðrastaðni og gjørt vart við støðuna. 73.000 skógareldar hava verið í Amazonas higartil í ár vísa nýggjastu tølini.

Í Brasil er ákærvaldið í Para farið at kanna skógareldarnar, og í gjárkvøldið gav Emmanuel Macron, forseti í Fraklandi sína meining til kennar á Twitter:

- Hús okkara brennur. Bókstaviliga. Amazon regnskógurin - lungur okkara ið framleiða 20 % av súrevninum á okkara planet - logar; har er eldur í. Tað er ein altjóða kreppa. Limir í G7 Summit, latum okkum tosa om kreppustøðuna sum tað fyrsta um tveir dagar

G7 londini hittast nú í vikuskiftinum.

Aðarskrivarin í ST, António Guterres, hevur eisini kallað tað eina altjóða kreppu á Twitter

- Mitt í hesari heimsumfatandi kreppuni hava vit ikki ráð til, at ein stór kelda til súrevni og lívfjølbroytni verður lagt í oyði.

[object Object]
(Emmanuel Macron er skelkaður av støðuni í Amazonas- Mynd: EPA)

Jair Bolsonaro er í vikuni komin undir stórt trýst, og eftir fleiri atfinningar frá "stórum altjóða nøvnum" var han brasilianski forsetin ikki mjúkur á Twitter. 

- Londini ið senda pengar til Brasil gera tað tað ikki, tí tað er til eitt vælgerandi endamál. Tað er fyri at blanda seg í okkara sjálvsræði. 

Bolsonaro viðurkennur, at landið ikki hevur møguleikan at stríðast við mongu eldarnar, tí Amazonas er eitt størri øki enn Evropa. Hann biður Frakland og ST blanda seg uttanum, og hann ákærir Macron fyri at sýna "hjálandahugburð",ið ikki hoyrir heima í 21.øld. Forsetin í Brasil sgiur, at Macron royni at skora politsk stig uppá eitt mál, ið er eitt innanhýsis mál fyri Brasil og londini kring Amazonas. Harafturat ljóðar ákæran ímóti franska forsetanum, at hann hevur nýtt ein "sensatións-tóna" og falskar myndir. 

Tað er ikki heilt vist, hví so nógvir eldar eru í regnskóginum í Suður Amerika. Nógv bendir á, at nógv er ásett, og Jair Bolsonaro er lagdur undir at stuðla uppundir hesum. Hann peikar tó, sambært CNN, á NGO' - felagskapir ið eru leysir av stjónum, og sum Bolasonaro sigur, at pengar eru tiknir fram, og at hetta møguliga er talan um hevnisøku mótvegis sær.  

 
 
 
placeholder
placeholder