Uttanlands

Machado latið Nobel-krónuna til Trump

Hon hevur fyrr sagt, at hon vildi deila heiðurin við amerikanska forsetan, sum herfyri handtók einaræðisharran í heimlandi hennara

María Corina Marcado tosaði við fjølmiðlarnar uttan fyri kongressina í Washington í dag (Mynd: EPA)

María Corina Marcado tosaði við fjølmiðlarnar uttan fyri kongressina í Washington í dag (Mynd: EPA)

2026-01-15 23:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Andstøðuleiðarin í Venesuela, María Corina Marcado, hevur verið í Hvítu húsunum í Washington í dag, og latið prógvið upp á Nobel friðarheiðurslønina til amerikanska forsetan, Donald Trump, skriva altjóða miðlar í kvøld.

Onki verður tó sagt um, hvørt Donald Trump tók ímóti heiðrinum.

Marchado sigur sambært Reuters, at fundurin teirra millum “gekk væl”.

Enn hevur amerikanski forsetin onki sagt.

Machado hevur ogna Trump heiðurin og hevur fyrr sagt, at hon fegin vil deila heiðurin við honum. Nobel-stovnurin í Noregi hevur tó fyrr víst aftur at hetta kann lata seg gera.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder