Uttanlands

Machado fer heim aftur til Venesuela

Móttakarin av friðarheiðursløn Nobels, María Corina Machado hevur hvørki stuðulin ella neyðugu virðingina til at gerast fyribils forseti í heimlandinum, sigur Donald Trump

María Corina Machado fekk friðarheiðursløn Nobels handaða í Noregi í desember (Mynd: EPA)

María Corina Machado fekk friðarheiðursløn Nobels handaða í Noregi í desember (Mynd: EPA)

2026-01-06 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

María Corina Machado, andstøðuleiðari í Venesuela, og sum í desember fekk friðarheiðursløn Nobels, fer heim aftur til Venesuela skjótast gjørligt.

Tað hevur hon greitt frá í eini samrøðu við amerikansku sjónvarpsstøðina, Fox News.

- Eg ætli mær heimastur sum stkjótast, segði Marshado tá sjónvarpsstøðin spurdi hana um ferðaætlanir sínar.

Andstøðuleiðarin hevur í eina tíð fjalt seg eftir hóttanir frá stjórnini hjá tí nú fongslðaða forsetanum, Nicolás Maduro. Machado fekk friðarheiðurslønina við teirri grundgeving, at hon arbeiðir fyri at fremja fólkaræðið fyri fólkið í Venesuela.

Donald Trump, forseti, hevur tó víst aftur, at Machado kann gerast fyribils leiðari í Venesuela.

- Hon hevur hvørki stuðulin ella neyðuga virðingina í landinum, segði hann á einum tíðindafundi leygardagin.

[object Object]Delcy Rodriguez varð svorið í eið sum fyribils forseti í gjár (Mynd: EPA)

Rodriguea svorin í eið

Varaforsetin og ráðkvinnan fyri oljuframleiðslu, Delcy Rodriguez, er nú svorin í eið sum virkandi forseti í Venesuela eftir at Nocolas Maduro varð handtikin, skrivar Reuters.

Tað er hægstirættur í Venezuela, ið hevur víst á Rodriguez at vera virkandi forseti.

Hon hevur fyrr stuðla Maduro, sum í gjár varð fongslaður fyribils í einum rætti í New York eftir at amerikanskar herdeildir handtóku hann og konuna leygardagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder