Mentan

M.A. Jacobsen handanin verður seinnapartin

Handanin í Müllers pakkhúsi verður bæði at síggja og hoyra í kringvarpinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-10-20 09:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinnapartin í dag verða virðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs latnar. Handanin fer fram í Müllers Pakkhúsi klokkan 17.

Sambært skránni verður byrjað við at kórið Silvitni syngur tveir sangir. Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, bjóðar vælkomin, og síðan handar Heðin Mortensen, borgarstjóri, virðislønirnar.

Talan er um M. A. Jacobsens virðislønir fyri fagrar bókmentir, yrkisbókmentir og fyri mentanaravrik, umframt Barnamentarnarheiðursløn Tórshavnar býráðs.

Aftaná syngja Bollarnir tveir sangir.

Handanin verður send beinleiðis bæði í sjónvarpi og útvarpi hjá Kringvarpi Føroya. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder